Tvær framsýningar ísenn

Virkni listamaðurin Oggi í Søldarfirði hevur boðið listakvinnuni Guðrið Poulsen á framsýning saman við sær á Eystanstevnu.

Oggi hevur innrættað seg væl í einum gomlum handli í Søldarfirði.
Nú, ið stevna verður í Runavík hevur hann sett á skránna eina spennandi framsýning við nøkrum av sínum verkum og fleiri verkum hjá leirlistakvinnuni Guðrið Poulsen úr Havn.
Hetta verður samstundis fyrstu ferð at hann hevur ein gestaframsýnara á verkstaði sínum í Søldarfirði. Umframt verkstaðin er hølið eisini vælegnað sum gallarí.
Framsýningin hjá Oggi og Guðrið letur upp við fernisering leygardagin kl. 17 og er annars opin báðar stevnudagarnar frá kl. 18 til 21.
Annars hevur Oggi júst í hesum døgum sent eina framsýning við nøkrum av verkum sínum til Íslands. Her letur ein framsýning upp seinni í mánaðinum.