Tvær fráboðanir um oljustuldur

Tað gevur politinum í Suðuroynni nógv høvuðsbrýggj, at meldaðir verða stuldrar úr oljutangum, og eingin hevur sæð ella hoyrt nakað. Seinastu tíðina hevur politiið í Suðuroynni fingið fleiri fráboðanir um oljustuldur, og innan fyri seinastu vikuna eru komnar tvær fráboðanir aftrat.

- Tað er nokkso løgið, at fleiri hundrað litrar av olju skula verða stiolnir úr einum tanga, tá ið húsini standa við alfaraveg, og eingin hevur hvørki hoyrt ella sæð nakað. Tað tekur langa tíð at tøma ein tanga, og ein sorur bilur krevst, sigur politiið.

Leygardagin boðaði ein húseigari frá, at 350 litrar vóru tiknir úr oljutanga hansara.

Mikumorgunin ringdi ein annar vágbingur. Mánadagin hevði hann kannað tangan, og 500 litar vóru í honum. Mikumorgunin vaknaði hann, og husini vóru ísakøld.

Politiið stendur púrasta á berum.

Í onkrum føri kann møguleikin ikki útilokast, at fólk hava brúkt meira olju enn vanligt. Politiið veit frá teimum, sum koyra olju út, at av ti at tað hevur verið so kalt seinastu tveir mánaðirnar, hava fólk brúkt nógv meira olju enn annars.

- Hinvegin ber illa til annað enn at hava álit á fóki, sum siga seg hava kannað tangan tveir dagar frammanundan, at tangin var tómur, sigur politiið.