Robin Van Persie tryggjaði Arsenal sigurin í evstu løtu móti Liverpool, meðan Chelsea enn eina ferð snávaði. Manchester City heldur á fram við at vinna og er nú ájvant metinum hjá Manchester United við at vinna 19 dystir á rað á heimavølli.
Arsenal hevur við sigrinum í dag yvirhálað Chelsea á fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League fótbólt komandi kappingarár. Arsenal var fyrr í dag á vitjan á Anfield og megnaði í evstu løtu at vinna dystin.
Liverpool kom annars á odda við sjálvmálið, men eitt korter fyri hálvleik javnaði Robin Van Persie. Liverpool rakti stengurnar tvær ferðir og brendi brotsspark í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var Liverpool omaná, men í yvirtíðini flúktaði Robin Van Persie bóltin í Liverpool málið. Liverpool liggur nú á sjeynda plássi heili tíggju stig aftanfyri Arsenal, sum tó hevur spælt ein dyst fleiri. Arsenal er við sigrinum fyrsta liðið, ið vinnur á Anfield móti Liverpool í hesum kappingarárinum.
Andre Villas-Boas er ein kroystur maður í Chelsea, eftir at felagið í dag tapti móti West Bromwich Albion. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn fáar minuttir fyri tíð, tá Gareth McAuley legði WBA á odda.
Manchester City vann enn eina ferð á Etihad leikvøllinum í Manchester. Íslendingurin, Gretar Steinsson, var óheppin beindi bóltin í Bolton málið um miðjan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki økti Mario Balotelli. Manchester City er nú fimm stig fremst, men hevur spælt ein fyst fleiri enn Manchester United, sum spælir í morgin.
Premier League:
Liverpool Arsenal 1-2
Blackburn Aston Villa 1-1
Manchester City Bolton 2-0
QPR Everton 1-1
Stoke Norwich 1-0
WBA Chelsea 1-0
Wigan Swansea 0-2








