Tvær ferðir Ronaldo

Cristiano Ronaldo sendi tvær ferðir fríspark beinleiðis í netið, tá Real Madrid setti hol á Champions League við 5-2 sigri á útivølli móti Zürich

Fótbóltur

 

Heimsins besti fótbóltsspælari í 2008 og samstundisi eisini maðurin, sum í 2009 gjørdist heimsins dýrasti fótbóltsspælari, leveraði vøruna, tá Real Madrid í gjárkvøldið vann 5-2 á útivølli móti Zürich.

Cristiano Ronaldo sendi eina frísparksperlu í netið til 1-0, áðrenn hann átti sín stóra lut í málinum til 2-0. Og hóast málverjin hjá Zürich ikki sá alt ov væl út, tá Ronaldo skoraði til 5-2 við beinleiðis frísparki, skalaði hetta ikki myndina av, at Ronaldo, Kaká og hinar stjørnurnar í Madrid leveraðu vøruna.

Talan varð annars ikki um eitt kvøld við teimum heilt óvæntaðu úrslitunum. Wayne Rooney slapp tó á ensku breddarnar, tá hann var sjónliga ónøgdur um at verða skiftur út, áðrenn Paul Scholes tryggjaði Manchester United trý stig í Istanbul móti Besiktas, og á útivølli vann Milan 2-1 móti Marseille.

Hinvegin var tað ikki heilt eftir bókini, at Nicosia megnaði málleysan javnleik í Madrid, men tað prógvar fyrst og fremst, at tað avgjørt ikki var eitt vánaligt lið, sum sendi bæði EB/Streym og FCK úr kappingini.

Í kvøld verða aftur átta dystir á skránni, og her er stórdysturin uttan iva á San Siro í Milano, har Barcelona og Zlatan koma á vitjan hjá Inter og Eto’o. Ein dystur, sum eisini verður vístur á 3+.

 

Úrslitini týskvøldið

 

Bólkur A

Maccabi Haifa-Bayern München 0-3

Juventus-Bordeaux 1-1

 

Bólkur B

Wolfsburg-CSKA Moskva 3-1

Besiktas-Manchester Utd 0-1

 

Bólkur C

Marseilla-AC Milan 1-2

Zürich-Real Madrid 2-5

 

Bólkur D

Atletico Madrid-Apoel Nicosia 0-0

Chelsea-Porto 1-0

 

Dystir í kvøld

Bólkur E

Liverpool-Debrecen (TV2 Sport)

Lyon-Fiorentina

 

Bólkur F

Dynamo Kiev-Rubin Kazan

Inter-Barcelona (3+)

 

Bólkur G

Sevilla-Uniera Urziceni

Stuttgart-Rangers

 

Bólkur H

Olympiakos-Alkmaar

Standard Liege-Arsenal