Tvær ferðir Kyndil-VÍF ólavsøkuaftan

Ólavsøkuaftan klokkan 20.00 verður ólavsøkuklassikarin millum Kyndil og VÍF leiktur í høllini á Hálsi.

 

Men tey sum eru svong eftir at síggja nakrar legendir í leikum, hava møguleikan at fara til dyst millum oldboys-liðini - legendirnar - hjá Kyndli og VÍF. Tann dysturin byrjar í høllini á Hálsi klokkan 18.30.

 

Talan verður um teir spælarnar hjá VÍF og Kyndli, sum kappaðust um FM-heitið í 1980-unum og fyrst í 1990-unum. Tiltikið er, at liðini í einum tíðarskeiði spældu javnleik heilar fimm ferðir, sum er óhoyrt í hondbóltshøpi. Aldur er komin á menn, men enn eru knotur í teimum.