Tvær ferðir fleiri skilnaðir enn giftur

Hjúnarskilnaður gerst støðugt meiri vanligur í Kina. Hagtøl hjá myndugleikunum vísa, at í fjør vórðu næstan tvær milliónir hjún skild. Tað vil siga, at tey, sum vórðu skild, vóru tvær ferðir so mong í tali sum tey, ið valdu at ganga saman í hjúnarband.

Tað siga myndugleikarnir, sum leggja afturat, at hjúnarskilnaðirnir vóru heili 14,5 prosent fleiri í fjør enn í 2009. Fyrr máttu fáa fáa loyvi frá arbeiðsgevarunum, skuldu tey skiljast, men tann reglan er ikki galdandi longur, og tað er ivaleyst ein orsøk til, at hjúnarskilnaðirnir eru vorðnir so nógvir.

Ein onnur orsøk er, at fólk noyðast at flyta langan veg fyri at fáa arbeiði, og royndirnar vísa, at tað endar ofta við, at maður og kona fara hvør til sítt.