Tvær ferðir Christian

Christian Holst Lamhauge, sum í fjør var partur av føroyska landsliðshópinum, var um vikuskiftið tvær ferðir á blettinum fyri Lyngby. Lyngby leiktu á útivølli móti Holstebro, og tann dystin vann Lyngby 4-1. Christian Holst Lamhauge skeyt málini til 3-0 og 4-0.