Tvær ferðir 25

Mánadagin kundu Erna Hovgaard og Hansina Berg halda hvør sín 25 ára starvsdag í Heimatænastuni. – Tað einasta, sum ikki rættiliga er broytt hesi árini, er góða arbeiðsplássið, sigur Erna Hovgaard

Mangt broytist á einum arbeiðsplássi eftir 25 árum. Og tað er eisini galdandi í Heimatænastuni, ella Heimahjálpini, sum tað upprunaliga kallaðist.

Skipanin varð sett í verk 1. oktober 1973 eftir donskum leisti.

- Sjálv byrjaði eg 23. juli 1982. Tá var sonurin, yngsta barnið av trimum, blivin 10 ár, og tá hugsaði eg tíðin var komin, at royna meg á arbeiðsmarknaðinum, sigur Erna Hovgaard.

Og tað gekk skjótt fyri seg at fáa starv.

- Eg ringdi til Heimahjálpina 22. juli, og longu dagin eftir byrjaði eg í starvinum. Og mær hevur dámað ótrúliga væl og havi ikki havt ein einasta fráverudag øll hesi 25 árini, sigur Erna Hovgaard.

Tað er sjálvandi nógv broytt hesi árini. Tá Erna byrjaði vóru eingi hjálpartól av nøkrum slag.

- Vit máttu hálvavegna standa við øðrum beininum uppi í seingini, tá vit skuldu venda einum fólki, sigur Erna.

Gjøgnum árini eru komin hópurin av hjálpitólum, og vit hava enntá fingið eina Hjálpitólamiðstøð, sum hevur lætt ómetaliga nógv um hjá heimahjálpunum.

- Vit høvdu ikki blæur liggjandi heima hjá brúkarunum. Vit høvdu heldur ongar handskar, eingi hjálpitól og ikki minst onga vegleiðing, so alt í alt var starvið munandi tyngri, enn tað er í dag, sigur Erna Hovgaard.

 

Gott arbeiðspláss

Tá Erna byrjaði sum heimahjálp, vóru heldur eingir bilar, tá varð gingið millum brúkararnar. Men tíð var tó løgd av til hetta. Í dag mugu starvsfólkini »renna« meiri enn fyrr, men hinvegin so hava tey bilar at koyra millum brúkararnar við.

Samlaða støðið er tó munandi hækkað, og tilboðini til tey gomlu eru munandi fleiri. Eitt nú hava gomul og eisini dement fleiri dagtilboð, millum annað í Dalalon, og eisini er eitt umlættingarheim komið.

Haraftrat verður starvsfólkið ógvuliga væl uppskúlað í dag, og sjálv hevur Erna gjøgnum árini tikið eina ørgrynnu av skeiðum.

Hon sigur, at tó at tað til tíðir kann hava verið strævið og tungt, so hevur Heimatænastan øll árini verið eitt framúr gott arbeiðspláss. Tað prógva eisini tey 25 árini, Erna Hovgaard hevur starvast har.

Í dag er arbeiðið hjá Ernu kanska ikki so tungt, men tað kann vera líka strævið til tíðir og munandi meiri ábyrgdarfult. Nú er hon nevniliga bólkaleiðari fyri røktini í eysturbýnum, og tað er ein stór ábyrgd.

 

Góðar avloysarar

Erna Hovgaard er í dag 62 ára gomul, og hevur tí fimm ár eftir, »til tey sparka meg út«, sum hon tekur til. Og tað er ikki ein dagur, hon gleðir seg til. Tað hevur hinvegin 25 ára starvsdagurin verið.

- Ja, eg gleddi meg veruliga til dagin. Og tað bleiv eisini ein ótrúliga góður dagur, sigur Erna Hovgaard, sum hátíðarhelt dagin saman við Hansinu Berg, ið eisini helt 25 ára starvsdag. Í hennara føri var tað tó eitt sindur meiri ógreitt, júst nær dagurin var, tí hon hevur havt farloyvi frá Heimatænastuni í trý ár. Hennara starvspláss hevur flestu árini verið á Sandoynni, men nú starvast hon so í Havn.

Hóast tær báðar so ikki fingu byrjanina við, so hava tær kortini fingið meginpartin av menningini av stovninum við. Og eitt øki hjá Ernu nú eru avloysarar í feriutíðini.

- Okkurt árið hevur kanska verið eitt sindur trupult við feriuavloysarum, men vanliga er tað eingin trupulleiki. Vit hava góðar avloysarar, fleiri teirra lesa niðri og arbeiða so her í summarfrítðiðini, og vit hava fleiri, sum venda aftur ár eftir ár, sigur Erna Hovgaard.

Hon er sum nevnt ógvuliga fegin um sítt arbeiðspláss, og fær akkurát sagt okkum, at hon fer glað til arbeiðis hvønn morgun – áðrenn hon má boða frá, at ein akutt støða júst kom inn á hennara borð. So vit fara til okkara arbeiði, meðan hon tekur sær av neyðstøðuni, sum er uppstaðin.