Eftir at teir flestu av okkara útisetum farna vikuskiftið høvdu ein landsliðssteðg, skulu allir í eldin aftur hetta vikuskiftið. Einasti føroyingur, ið spældi farna vikuskiftið var Meinhard E. Olsen, sum var við á liðnum hjá Vendsyssel, sum mánadagin vann 2-1 á útivølli móti Nykøbing FC.
Og fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar, er talan um ikki hissini vikuskiftið. Tað verða nevniliga spældar tvær uppgerðir í vikuskiftinum, har føroyskir leikarar eru á báðum liðum. Onnur er í bestu donsku deildini, meðan hin er í næstbestu donsku deildini.
Longu í kvøld verður tann fyrra føroyingauppgerðin á skránni, sum verður í bestu donsku deildini. Har skulu liðini hjá Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson, AC Horsens og OB, møtast í innanhýsis dysti. Meðan tað er heilt greitt at Hallur Hansson fer at spæla við liðnum hjá AC Horsens í dag, er meira ivasamt um Jóan Símun Edmundsson verður við. Undan dystinum hevur hann verið meldaður ivasamur, av tí at hann meiddi sær nøsina í landsdystinum hjá Føroyum móti Andorra.
Seinna føroyingauppgerðin verður sunnudagin, tá Vendsyssel á heimavølli tekur ímóti Vejle BK. Har er væntandi at bæði Meinhard E. Olsen, sum í vár av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot á liðnum hjá Vendsyssel, og Viljormur Davidsen, sum er varaliðskipari hjá Vejle BK, fara at spæla ein leiklut.
Av øðrum útisetum skulu Finnur Justinussen og Fremad Amager eisini í dyst sunnudagin, tá teir spæla móti FC Helsingør. Eisini skulu Gilli Sørensen og Brann í eldin sunnudagin, tá besta norska deildin fer av bakkastokki aftur eftir ein vetrarsteðg. Brann spælir sunnudagin fyrsta dystin á útivølli móti Tromsø IL.
Føroyingar í dysti uttanlands um vikuskiftið:
Fríggjadagin:
AC Horsens – OB klokkan 17:00 føroyska tíð, dysturin sæst á Tv3Sport 1
Sunnudagin:
Fremad Amager – FC Helsingør klokkan 12:45 føroyska tíð, dysturin sæst á Tv3Sport 1
Vendsyssel – Vejle BK klokkan 12:45 – dysturin sæst ikki.