Útselt er til í dag og í morgin - men P&S spæla aftur miku- og hóskvøldið.
"Ikki so pompøst". "Ongar kulissur". "Einki orkestur". "Tað fer meira yvir í stand-up".
Í viðtalum við miðlarnar hava Pipar & Salt roynt at dempað vónirnar hjá fólki til sína nýggju framførslu - men áhugin vísir seg at vera stórur kortini.
Longu fríggjadagin var útselt til tær báðar lýstu sýningarnar, sum verða í kvøld og í annaðkvøld. Tí eru nú tvær nýggjar sýningar settar á skrá. Tann fyrra verður mikukvøldið, og tann seinna - og helst tann seinasta - verður hóskvøldið.
Atgongumerki fáast á kunningarstovunum og á www.nlh.fo










