Tvær bumbuspreingingar í Moskva

Minst 34 fólk doyðu í tveimum hørðum bumbuspreingingum í Moskva í morgun. Russiskar tíðindastovur skriva, at talan er helst um sjálvmorðsbumbur. Tann fyrra bumban brast í einum toki, sum stóð á undirgrundarstøðini Lubjanka, og sambært myndugleikunum kravdi hon minst 25 mannalív.

Kubjanka-støðin er í miðbýnum í Moskva og beint yvir av høvuðsskrivstovuni hjá trygdartænastuni FSB.

Løtu seinni frættist um enn eina bumbuspreinging á einari aðrari undirgrundarstøð í Moskva. Reuters skrivar, at eisini tann spreingingin hevur kravt minst níggju mannalív.

Interfax og aðrar russiskar tíðindastovur skriva, at talan er helst um sjálvmorðsbumbur.