Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at tvær spreingingar hava verið uttan fyri eina skrivstovu hjá trygdartænastuni í høvuðsstaðnum. Sjónvarpið sigur, at fleiri fólk hava latið lív av spreingingunum, og at fleiri teirra eru sivilfólk.
Útlendskir eygleiðarar siga, at talan er um bilbumbur, og at hetta eru tær fyrstu spreingingarnar, sum hava verið í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum Bashar al-Assad, forseta byrjaði í vár.