Føroysku borðtennisleikararnir, sum um vikuskifti luttóku í kappingini um íslendska meistaraheitið í borðtennis fyri brekað, stóðu seg væl.
Serliga vóru tað kvinnurnar, ið royndust væl. Maurenn Garðshamar vann bronsu í einmansleiki í opna bólkinum, og í tvímansleiki vunnu Maureen Garðshamar og Unn Mortensen eisini bronsu.
Umframt tær báðar luttók eisini Tórður Jacobsen úr Føroyum.









