Tvær barnastjørnur í Mentunarhúsinum í Fuglafirði

Leygarkvøldið klokkan átta verður konsert við Brandi Enni og íslendsku Johanne Gúðrum í mentunarhúsinum í Fuglafirði. Tey fara at framføra sangir hvør í sínum lagi umframt, at tey eisini fara at syngja saman

Johanne Gúðrum, sum er tólv ára gomul, er líka kend í Íslandi, sum Brandur er í Føroyum. Hon hevur givið fleiri fløgur út í Íslandi.
Brandur hevur verið í Íslandi fleiri ferðir og nú fáa føroyingar høvi til at síggja og hoyra hann og Johanne á palli í Fuglafirði leygarkvøldið. Tey fara at syngja ein sang saman, sum skal verða á tí útlendsku fløguni, sum Brandur arbeiðir við í løtuni.
Steintór Rasmussen sigur, at tað sum tað fyrst og fremst ræður um er, at Brandur aftur verður at síggja á palli í Føroyum. Og tað at ein onnur barnastjørna eisini verður til staðar, ger tað bert meira áhugavert.
Hann letur væl at hentleikunum í mentunarhúsinum í Fuglafirði, tí har eru góðir møguleikar at arbeiða við ljóði og ljósi.
Á konsertini verða nýggj løg at hoyra og okkurt, sum Brandur hevur gjørt sjálvur eisini, so talan verður um onkrar frumframførslur leygarkvøldið.