Tvørábátastevna

Í fjør vóru sera nógv fólk møtt fram til væleydnaða tiltakið og fyriskipararnir vóna tí, at eins nógv fólk fara at møta upp hesu ferð, tá ið veðurtíðindini lova heili 30 stig! Dagurin verður fyltur við kappróðri, grillmati, tónleiki og undirhaldi.

Kappróðurin byrjar við innsiglingina til stuttleikabátahavnina og málið er tætt við strondina við klubbhúsið, Vesterhavsvej í Nordhavn (uml. 2 min til gongu frá klubbhúsinum).

 

Skráin fyri Tvørábátastevnuna 2008 er henda:

Kl. 14.00: Formaðurin fyri Tvørabátin, Páll Jacobsen, heldur innleiðandi røðu við málið

Kl. 14.15: Kappróðurin byrjar

Kl. 15-16: Undirhald við kajakkum

Uml. Kl. 17: Kappróðurin endar

Eftir róðrin ber til at keypa okkurt leskiligt at drekka í hvíta teltinum við málinum og frá kl. 17 fæst heitur matur eisini til keyps (bert kontant).

Kl. 18.00: Vinnararnir av lutaseðlakappingini verða funnir av Heina Ásmundi Heinesen í klubbhúsinum.

Kl. 18.30: Livandi tónleikur verður í klubbhúsinum við Hjalmari, Erling við fleiri. Kristin Højgaard stendur fyri undirhaldinum.

 

Klubburin fer at royna at skipa fyri ferðingini frá klubbhúsinum til Nordhavns statión.