Tvær bøkur frá Osvaldi

Fyri páskir gav Forlagið Døggin tvær bøkur út. Onnur eitur Kristus í Hebrearabrævinum og hin Lív Símun Pæturs og brøv hansara. Osvald Kjærbo hevur skrivað báðar bøkurnar, og við hesum hevur 85 ára gamli Osvald seinastu fimm árini skrivað sjey bøkur.

Osvald hevur í upp ímóti 70 árum verið við til at hildið boðskapin um Harran Jesus fram í bý og á bygd, inni og úti, á skrift - eitt nú í Emmaus bíbliuskeiðunum - og eisini í útvarpinum. Eitt nú í sendingum hjá Evangelisku Røddini í Monte Carlo radio, sum eisini útisetar og ikki minst teir, sum sigldu kring allan heimin í seksti og sjeyti árunum eiga at komast við.

Tað er sami boðskapurin, sum Osvald ber fram í nýggju bókunum, ið eru lættar og skjótar at lesa. Bókin um Kristus í Hebrearabrævinum er 148 síður, og tann um Lív Símun Pæturs er 186 síður í A5 stødd. Tær eru flokkaðar í kapitlar á umleið fimm síður.

Bókin um Pætur snýr seg um tey trý árini, tá ið hann gekk í skúla hjá Jesusi. Osvald heldur, at Pætur var tornæmur næmingur, og at hann dumpaði fleiri ferðir, men hóast hann fall og breyt seg sundur, so lyfti Harrin hann upp aftur, og tær seinastu nítjan øldirnar hevur hann – eisini við teimum báðum brøvunum, sum hann skrivaði - verið í leiðsluni á andaliga fróðskaparsetri Heilaga Andans saman við ápostlum og profetum Bíbliunnar, er niðurstøðan hjá Osvaldi.

Kristus í Hebrearabrævinum er undirstriking av, at í Hebrearabrævinum er Kristus høvuðsevnið og okkara høvuðsprestur. Osvald sigur, at vers 8 í 13. kapitli tekur saman um evnið við fáum orðum: Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir. Vit broytast og alt annað, ið er skapt; men Jesus Kristus, sum elskaði meg og doyði fyri meg, broytist ikki. Og ein dag verða vit Honum lík og skulu síggja Hann, sum Hann er, er síðsta heilsanin í bókini hjá Osvaldi Kjærbo.

J