Larnaca, Cypros: Fagnaðurin var stórur hjá Unn Kragesteen og Duritu Christophersen, tá tær vórðu róptar fram til sonevnda all-star liðið. Hóast tær júst høvdu verið á tapandi liðnum í finaluni í Challenge Trophy-kappingini, so høvdu tær báðar sett sín avgjørda dám á kappingina, og tað vildi ikki verið nakað forgjørt í, um aðrar á føroyska liðnum eisini fingu sítt pláss her. Men helst vóru tað ikki allir venjararnir, sum høvdu sæð hálvfinaluna móti Bosnia, tá føroyska liðið veruliga vísti, hvør dugur er í teimum.
Bosnia bjargaði
Eftir at hon hevði fingið minnisplátuna fyri sína tilnevning, segði Unn Kragesteen, at stóra bjargingin hjá føroyska liðnum var dysturin móti Bosnia.
- Eg veit ikki veruliga, hvat hendi. Vit fingu allar tosað saman undan tí dystinum, og so vóru vit brádliga til reiðar at geva alt, sum vit áttu. Tað høvdu vit ikki gjørt undan tí dystinum.
- Í dag var tað fyrst og fremst møðin, sum gjørdi um seg. Vit høvdu als onga orku eftir í beinunum, og hóast vit royndu at stríðast ígjøgnum seinastu 60 minuttirnar, so bar tað ikki til, segði Unn Kragesteen.
- Eg bleiv ræðuliga kløkk. Eg hevði als ikki væntað, at eg skuldi koma á hetta liðið, men tað er sjálvandi stuttligt, segði Durita Christophersen, tá vit fingu orðið á hana eftir dystin.