Tvíkiljur ganga sum heitt breyð

Tað er rættilig gong í hjá KJ Hydraulik á Kambsdali í bygging av tvíkiljum til alivinnuna.

Tann 6. oktober í ár handaði KJ Hydraulik eina tvíkilju til Luna í Sørvági. Hetta var nýbygningur nummar 43 hjá fyritøkuni á Kambsdali, og hetta er eisini tann størsta tvíkiljan, sum er bygd hjá KJ.

 

Tað er rættilig gongd í við tvíkiljunum hjá KJ, og næst seinasta leygardag varð nýbygningur nummar 44 sjósettur. Hetta er ein tvíkilja, sum í næstum verður handað Marine Harvest.

 

- Tvíkiljan til Marine Harvest er 15,5 metrar long og sjey metrar breið. Hon hevur IVECO Cursor motorar og IVECO hjálpimotor. Kranin er ein Palfinger PK40002.

 

Tað sigur Tummas Lervig hjá KJ. Hann vísir á, at herfyri komu tveir nýggir skrokkar aftrat til landið. Hesir eru 13 metrar langir og seks metrar breiðir, og hesir bátar skulu handast Luna í Sørvági fyrst í komandi ári.

 

- Nú er eisini klárt at skera stálið til skrokkin á tvíkilju, sum vit skulu byggja íslendskum alifelag. Hetta verður nýbygningur hjá okkum nummar 47. og hann verður latin eigarunum á vári 2017, sigur hann.

 

KJ hevur eisini bygt tvær tvíkiljur til Hetlands/ Orknoyggjar, og fyritøkan er í jøvnum samskifti við alarar uttanlands, sum vísa føroysku tvíkiljunum áhuga.