Tvíkiljan handað Pan Fish

Í gjár bjóðaði KJ-Hydraulik føroyskum alarum og øðrum til móttøku í sambandi við, at tvíkiljan, sum felagið hevur smíðað til Pan Fish í Føroyum, varð latin eigarunum

Ídnaður

Fólk møttu hjá KJ-Hydraulik um 14-tíðina í gjár til kaffi og køkur. Onkur nýtti høvi at siga nøkur orð, og eitt nú bar borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen, fram eina heilsan.
Borgarstjórin fegnaðist um, at alivinnan nú aftur hevur fingið fótin fyri seg, og hann ynskti Pan Fish tillukku við nýbygninginum. Hann ynskti eisini KJ tillukku við hesi fyrstu tvíkiljuni í nøkur ár, nú alivinnan annars hevur ligið so tungt í sjónum síðan kreppuna í vinnuni.
Stjórin í KJ-Hydraulik, Ólavur A. Olsen, segði eisini nøkur orð.
Hann greiddi frá arbeiðnum at smíða tvíkiljuna og takkaði teimum, sum høvdu bíliga bátin.

Framsýning
Tá ið hesin parturin av móttøkuni hjá KJ-Hydraulik var liðugur, fóru fólk oman á bryggjuna, har høvi var at fara umborð og síggja tvíkiljuna.
Farið varð eisini ein stuttan stimitúr á fjørðinum, so fólk sluppu at royna nýggja og snotuliga bátin.
Eftir sjálva handanina, har Marnar Dam og hansara fólk tóku ímóti alibátinum, varð lagt útaftur á fjørðin og stevnt norður um Ennið til Oyndarfjarðar, har báturin skal brúkast í alivirkseminum, sum Pan Fish hevur har.
Saman við fólki hjá Pan Fish, fóru tveir mans hjá KJ-Hydraulik norður við, og á hesi ferðini gekk alt upp á stás, sum tikið verður til.
Tað eru nakrir dagar síðan, at tvíkiljan varð sjósett á Borðoyarvík, har skrokkurin hevur staðið í leigaðum hølum, síðan hann kom úr Letlandi.

Hydro-Cat
Sjálvur skrokkurin er nevniliga smíðaður í Letlandi, men eftir sniði og tekningum hjá KJ-Hydraulik, sum soleiðis eigur alt konseptið.
KJ hevur sett motorar, gear, krana og spøl í bátin, men felagið hevur havt undirveitarar til eitt nú sandblásing, metalisering og máling, eins og til apeteringsarbeiði, el-útbúnaðin og nautisku instalatiónirnar.
Undirveitarar eru Sp/f Sandblástur, Jón Jacobsen, Eiði, PFJ-El Sp/f, Eiði og Radiobúðin, Saltangará.
Tvíkiljan, sum tilsamans er nýbygningur nr. 18 hjá Hydro-Tech og KJ-Hydraulik, er slakar 12 metrar long og 6 metrar breið.
Tað var upprunaliga Hydro-Tech á Eiði, sum byrjaði at byggja tvíkiljur til alivinnuna, men tá ið alivinnan fór fyri bakka, gekk hetta eisini útyvir virksemið á Eiði, sum síðan varð lagt undir KJ-Hydraulik.
Føroysku alibátarnir, sum Hydro Tech smíðaði, vóru væl umtóktir í alivinnuni, og tí hevur KJ valt at kalla tvikiljurnar Hydro-Cat.
Bátarnir eru sterkir, eins og útbúnaðurin umborð er tilsvarandi til dygdar. Skrokkurin er smíðaður úr stáli, og húsið úr aluminium.

Tveir ávegis
- Hetta eru arbeiðsbátar burtur av, og vit vita, at teir verða rættiliga hart koyrdir í alivinnuni. Tí má dygdin eisini vera tilsvarandi, bæði skrokkur og útbúnaður annars.
KJ-Hydraulik ásannar, at alivinnan er sera fegin um tvíkiljurnar, og tí eru feløgini komin aftur og hava biðið um fleiri bátar.
Tvíkiljan, sum nú er latin Pan Fish í Føroyum, er hin fyrsta av trimum í hesum umfari.
- Skrokkur nr. 19 er liðugur, og um stutta tíð verður farið undir skrokkin til nýbygning nr. 20. Tað er Luna í Gøtu, sum skal hava hesar báðar bátarnar, sigur KJ-Hydraulik.