Tvíheldur um valdið

Hóast hann situr avbyrgdur inni á forsetaborgini sýtir forsetin á Fílabeinsstrondini, Laurent Gbagbo, fyri at viðurkenna, at hann tapti valið í fjør. Í kvøld ljóðaði, at Gbagbo var gingin við til eina semju við Frakland og ST, men tað hevur hann avsannað seinni.

-Eg viðurkenni ikki, at Alassane Ouattara vann valið, segði Gbagbo í samrøðu við franska sjónvarpið LCI í kvøld. Samstundis avsannaði hann tíðindini um, at hann er sinnaður at lata valdið frá sær.

Laurent Gbagbo legði afturat, at tingingar eru framvegis um valúrslitið, og at tingingar millum teir báðar partarnar er tað einasta, sum kann fáa frið í landinum.