Tvífaldur ivi um málsøki

Er brúkaraklagunevndarøkið yvirtikið sum føroyskt málsøki, ella er tað framvegis danskt, og hvør umsitur tað, um so er, at tað er yvirtikið? Hesir báðir spurningarnir hava verið uppi og vent, nú Løgtingsins rættarnevnd hevur viðgjørt eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um at seta á stovn brúkarakærunevnd.

Í álitinum, sum rættarnevndin legði fram hósdagin, stendur, at nevndin hevur havt fund við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, og at hann hevur greitt nevndini frá, at eitt ávíst samskifti er í løtuni millum føroyskar og danskar myndugleikar um, hvørt málsøkið er yvirtikið ella ikki. Lagt verður afturat, at Føroyar hava boðað donsku myndugleikunum frá, at føroyingar meta málsøkið sum yvirtikið.

Undir viðgerðini hevur rættarnevndin eisini havt fund við Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum. Í álitinum hjá minnilutanum sæst, at landsstýrismaðurin í innlendismálum vil hava greiði á, hvør umsitur málsøkið. Tað vil meirilutin í rættarnevndini eisini, tí í álitinum vil hann hava løgmann at fáa greiði á málsøkjabýtinum.

Meirilutin í rættarnevndini, samgonguumboðini Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Hans Pauli Strøm, Poul Michelsen, Anfinn Kalsberg, mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi, meðan minnilutin, tjóðveldisumboðini Heine O. Heinesen og Bjørt Samuelsen, mælir Tinginum til at samtykja tað.