Tvífalda framleiðsluna

Smoltstøðin Vestsmolt á Viðareiði er bygd út fyri knappar 20 milliónir. Eftir útbyggingina verður framleiðslan væntandi tvífaldað

Á Dalabakka: Stóra útbyggingin á Vestsmolt hevur sum so tvey endamál. At kunna seta smolt javnari út alt árið og at tvífalda smoltframleiðsluna.

Smoltstøðin Vestsmolt á Dalabakka Inni í Dølum á Viðareiði er løgd undir tak. At byrja við var ein høll, meðan tær nú eru fýra, sigur Jákup Mourits Heinesen, sum er leiðarin á støðini.

Eisini eru gomlu kørini skift út við heilt stór kør. Fiskatalið er í løtuni tvær milliónir, men tá nú alt fer í gongd við fullari kraft, verður talið tvífaldað til fýra milliónir, sigur hann.

Eisini hevur Vestsmolt fingið biofilturannlegg til at kalla alla framleiðsluna.

Tó er tað so, sigur Jákup Mourits Heinesen, at yngulið, sum teir startfóðra, ikki hevur biofiltur annlegg. Tað er annlegg, sum reinsar og endurnðýtir vatnið. Til yngulið verður vatnið bara brúkt einaferð. Vatnið verður tó sóttreinsað, áðrenn tað kemur í kørini, sigur hann.

Eitt av málunum við útbyggingini er, at tað skal bera til at seta fisk út alt árið. Tað verður stýrt soleiðis, at ljós og hiti í kørunum verða ásett av støðini.

At støðin hevur biofilturannlegg ger, at ikki er neyðugt at vera so bundin av, um turkur skuldi verið.

Tað er ikki tí, sigur Jákup Mourits Heinesen. Tað hevur ongantíð bilað við vatni hjá teimum. Heldur ikki í summar, sum annars var sera turt. So hann væntar ikki trupulleikar tann vegin, sigur hann.

Vestsmolt fær rogn frá Fiskaaling og Fútakletti. Og smoltið, sum latið verður av aftur støðini, fer alt til alibrúkini hjá Vestlaks. Tað er eisini Vestlaks, sum eigur smoltstøðina Vestsmolt.

Avskipingin gongur sera lættliga ídag í mun til, hvussu var fyrr, sigur Jákup Mourits Heinesen. Fyrr varð smoltið sent í kørum við lastbilum inn í Hvannasund, haðani tað so varð siglt við brunnbátum til aliringarnar.

Í dag er tað soleiðis, at brunnbáturin kemur at klettinum niðan fyri smoltstøðina, og so verður fiskurin pumpaður gjøgnum slangur umborð. Báturin leggur tó ikki heilt at, men liggur og andøvir við slangunum spentum ímillum.

Við gomlu skipanini tók tað ein heilan dag at avskipa 100.000 smolt, sigur Jákup Mourits Heinesen. Í dag tekur tað bara einar tveir tímar. Og tað doyr nógv minni undir flutninginum nú, enn tað gjørdi, tá flutt var upp á gamlan máta.

Útbyggingin byrjaði so smátt fyri einum fýra árum síðan og er nú við at vera liðug, sigur Jákup Mourits Heinesen. Enn manglar biofilturannleggið at verða sett til ein lítlan part av støðini. Umframt skal hampast og fríðkast rundan um hallirnar. So er útbyggingin liðug á hesum sinni.