Tvíburarnir heim í dag

Danska kongshúsið boðaði í gjár frá, at Mary krúnprinsessa og tvíburarnir sleppa heim av Ríkissjúkrahúsinum seinnapartin í dag.

Hvønn dag hava fjølmiðlafólk staðið á Ríkissjúkrahúsinum og bíðað eftir at fáa tær fyrstu myndirnar av nýføðingunum. Tey hava kortini ikki bíðað til fánýtis, tí kongshúsið sigur, at høvi verður at taka mynd av krúnprinsahúskinum seinnapartin.

Tað var seinasta leygardag, at Mary krúnprinsessa átti tvíburar, drong og gentu, á Ríkissjúkrahúsinum. Drongurin vigaði 2674 gram og var 47 centimetrar langur, og gentan vigaði 2554 gram og var 46 centimetrar.