Próvtøka
Próvtøkurnar á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum eru nú lidnar, og hósdagin var prógvhandan í Ítróttarhøllini á Hálsi, har rektarin, Mads A. Winther, helt røðu, og limir úr sangkóri í Hoydølum luttóku.
Tað heldur sjaldsama hendan dagin var, at tvíburarnir Ásbjørn og Johan fingu toppkarakter við bert 0,1 karakteri á muni. Ásbjørn Viderø Gunnarsson fekk 10,6 í miðal og harvið eisini besta miðalkarakterin í Hoydølum í ár, meðan tvíburabeiggin, Jóhan, fekk 10,5 í miðal.
- Vit báðir eru sjálvandi sera væl nøgdir við hetta. Eisini gleðast vit um, at próvtøkan nú er liðug, og at alt gekk so væl, siga teir.
Teir halda báðir, at tað hevur verið ein fyrimunur at hava havt hvønn annan at gera skúlating saman við, og hava teir kunnað samstarvað.
Ásbjørn og Jóhan gingu fyrst í Adventistaskúlanum í 7 ár, síðan tóku teir 8. og 9. flokk í Kommunuskúlan og fóru so beinleiðis í Studentaskúlan.
Umframt skúlan, eru báðir við 1. deldarhópinum hjá B36, og brúka teir nógva tíð til venjing og dystir. Skúlin og fótbólturin fara soleiðis við nógvari tíð, men við síðuna av ganga teir eisini við bløðum í grannalagnum á Ternuryggi fyri Prentmiðstøðina.
- Nú fara vit at finna okkum okkurt arbeiði, áðrenn vit fara víðari til hægri lestur, siga Ásbjørn og Jóhan.
Hvat teir fara at lesa til, hava teir tó ikki tikið støðu til enn.