Elduvík: Rættulig innrás var í bygdina seinasta fríggjadag, tá seks tvíburðar og mammurnar hjá teimum komu at halda frí í summarhúsi í Elduvík.
Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at hendan innrásin var. Seinasta summar vóru tey eisini har eitt vikuskifti, og við minnunum um, hvussu stuttligt tað var tá, hava allir tvíburðarnir glett seg til endurtøkuna av túrinum.
? Vit mammur gleddu okkum líka nógv sum børnini, sigur Sigrun Dalsgaard, sum er mamma til tvíburðargentur.
Hitst javnan
Børnini vórðu fødd í tíðarskeiðinum mars til september 1998. Fleiri av mammunum lógu á sjúkrahúsinum í senn í eitt longri tíðarskeið. So byrjaðu tær at tosa um, at tað kundi verið stuttligt at hitst, tá alt var yvirstaðið hjá øllum.
Í mai 1999 hittust tær fyri fyrstu ferð heima hjá einari av teimum. Har var ein rokan í fjøruni við so nógvum lítlum børnum, men stuttligt kortini.
Upp gjøgnum tíðina er eitt par komið afturat, meðan eitt fór burturúr, tí tey fluttu niður. Sigrun sigur tó, at tey eru flutt heimaftur, men tey hava so ikki verið við aftur enn.
? Vit hildu tó, at bara ein dagur saman, mangan var í so rokaligt. Man fekk ikki stundir til at seta seg niður og slappa av, tí man altíð skuldi skunda sær heimaftur. So vit byrjaðu at tosa um at fara eitt heilt vikuskifti í summarhús. Og tað gjørdu vit so fyrstu ferð seinasta summar, og tað eydnaðist so væl, at vit bíløgdu sama hús aftur beinanvegin til í ár, greiðir Sigrun frá.
Stuttleiki
Ongin ivi er um, at stuttleikin í hesum liggur hjá børnunum, sum sleppa rættuliga nógv meira enn vanligt eitt tílíkt vikuskifti.
? Seint uppi, eta nógv bomm og so framvegis, men tað eigur at vera so, tá okkurt serligt er á skránni, heldur Sigrun flennandi fyri.
Í ár var veðrið ikki so gott sum í fjør, sigur Sigrun, men hon heldur ikki, at tað bilti nakað fyri børnini.
Leygardagin fóru tey øll ein túr út til Runavíkar. Har var eystanstevna, so børnini fingu stuttleika sær ókeypis á tivoliøkinum eina løtu. Hetta var prikkurin, heldur Sigrun.
? So ótu vit ís og hugnaðu okkum eina løtu, áðrenn leiðin gekk aftur til Elduvíkar, sigur Sigrun.
Pápar við
Inntil nú hava tað næstan bara verið mammurnar, sum hava verið við til treffini, men Sigrun sigur, at nú hava tær tosað um at skipa soleiðis fyri, at pápar og systkin eisini kunnu verða við næstuferð.
? Tað er so hugnaligt, tá vit øll eru saman, og vit gleða okkum hvørjaferð, sigur Sigrun Dalsgaard.
Hon leggur afturat, at tey fara at halda fram við hesum, so longi sum børnini tíma tað.
? Eg veit ikki, hvussu langt upp í tannárini tey fara at tíma hetta, men man veit ongantíð, sigur Sigrun at enda.
Næstu ferð tey øll skulu hittast, verður í heyst, og tá verður tað í Oyndafirði.