Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein mynda tvímansbólkin Tuxedo Rebels. hóskvøldið kl. 21 spæla teir í Sirkus.
Petur og Knút eru tveir av teimum av markantastu einstaklingunum, ið eru sprotnir burturúr tónleikaumhvørvinum rundan um Losjuna í Gøtu.
Báðir hava seinastu árini givið fløgur út sum einstaklingar og í bólkum. Men við jøvnum millumbilum hava teir eisini framført, sum Tuxedo Rebels. Ofta við egnum løgum umframt tulkingar av løgum hjá stórum hetjum, sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Tom Petty, Johnny Cash og U2.
Tað hevur leingið ljóðað graml um, at Tuxedo Rebels eru á veg við einari útgávu, ið eftir ætlan kemur út í vár.
Bólkurin boðar á síni Facebooksíðu frá, at teir í útvarpinum hósmorgunin fara at hava heimsfrumframførslu av fyrsta staklagnum av fløguni.