John Johannessen
Á samkomu uttan fyri ST høvðusborgina í New York varð flaggið hjá pinkutjóðini, Tuvalu, í hesi vikuni vundið á stong sum tekin um, at Tuvalu nú er limur í ST.
Tuvalu er við sínum 9.000 íbúgvum limaland 189 í felagskapi Sameindu Tjóða.
Undir viðgerðini av Hvítubók varð annars ført fram, at samgongan fór av miðja eftir at fáa føroyska flaggið at veittra sum flagg nummar 189 uttan fyri ST høvðusborgina. Endamálið var, at fullveldið Føroyar skuldi gerast limaland nummar 189 í ST.
Góðar inntøkur
Høvuðsinntøkurnar fær Tuvalu burtur úr sølu av frímerkjum, men ein stórur partur av inntøkunum koma eisini frá at hýsa telefonsex-linjum.
Harafturat er Tuvalu so heppið at hava eina landakodu á internetinum, sum stórur áhugi er fyri. Internetadressurnar á Tuvalu enda við punktum tv. Hetta hevur landið gjørt sær dælt av og selt rættindini at brúka tv í endanum av internetadressum til sjónvarpsstøðir. TV er nevniliga eisini atjóða styttingin fyri sjónvarp.
Hendan hepna landakodan hevur í øllum førum tryggjað Tuvalu eina inntøku á 4 milliónir dollarar um árið tey næstu tíggju árini. Samanborið við fólkatalið er hetta á leið tað sama, sum føroyingar fáa í blokkstuðuli frá Danmark.
Bretskt hjáland
Frá tíðliga í fyrru øld og fram til 1978 var Tuvalu bretskt hjáland. Tað var tá kent undir heitinum, Ellice Islands.
Í vídd er Tuvalu við sínum 26 ferkilometrum fjórð minsta landið í heiminum. Minni enn Tuvalu eru Vatikanstaturin, Monaco og Nauru.
Tá talan er um fólkatal, er Tuvalu næst minsta landið í heiminum. Tað er bert Vatikanstaturin, ið hevur færri íbúgvar enn teir 9.000, sum eru á Tuvalu.
Tuvalu liggur 1.000 kilometrar norðan fyri Fiji oyggjarnar í Indiska havinum.