Oslo: Kirkjan var fullsett langt áðrenn gudstænastan byrjaði seinasta sunnumorgun, skrivar norska blaðið Vårt Land.
Við arbeiði sínum ímóti apartheid og stríðnum fyri friði og sóning, umhvørvi og globalari rættvísi, hevur Tutu víst, hvussu orð kunnu fremjast í verki.
Tað var júst hetta sum hann gjørdi, tá hann fór á prædikastólin í Trefoldighetskirken henda morgunin.
- Gud er ikki neutralur. Hann er stuðul hjá teimum svongu, hjá teimum ið verða forfylgd og hjá teimum sum er í døpurhuga, boðaði Tutu.
Teg, teg og aftur teg
Tutu vísti í prædiku síni á, hvussu Gud í Gamla Testamenti fer inn í politisk viðurskifti, og hvussu Gud at enda fer inn í lívið hjá hvørjum einstøkum menniskja, við at koma til jarðar sum eitt mannabarn – ikki føddur í prýðiligari borg, men í lítlum fjósi av ikki serliga týdningarmiklum foreldrum.
- Kunnu vit trúgva, at tann persónurin sum situr uttanfyri hesa kirkjuna, ein alkoholikari, ein narkomanur ... Kunnu vit trúgva, at tað er Jesus Kristus? Men Jesus sigur, at tað sum tit gera ímóti einum av hansara minstu, tað hava tit gjørt móti mær, segði Tutu.
Hann kom síðani við eini sterkari áheitan á kirkjufólkið:
- Gud hevur ongan annan enn teg, teg og aftur teg, til at verja Guds børn og tey sum rópa eftir friði, rættvísi og frælsi. Og Gud sigur: “Vilt tú ikki hjálpa mær!”.