Tutlbussurin á drúgvari ferð

Ikki er rætt at siga, at føroyskur tónleikur ikki kemur út um landoddarnar. Tað er bussurin hjá Tutl prógv um og nú er hann aftur á ferð og verður tað nærum restina av árinum

 
Tutl hevur ein buss, sum verður nýttur í samband við tiltøk og konsertferðir. Hóskvøldið fór bussurin til Danmarkar og tað eru Fróði og Deiggj, sum eru á konsertferð og m.a. spæla á Jellingfestivalinum.
Men hetta er bert byrjanin til eina longri ferð, sum bussurin hjá Tutl skal á í summar.
Í juni fer bussurin til Íslands og tá eru tað Týr, sum eru á ferð við bussinum. Í august fara Spælimenninir til Noregs og í oktober fara teir til Hetlands og Skotlands.November er eisini ein tíð, har bussurin hjá Tutl skal leggja nógvar kilometrar aftur um seg. Tá eru tað Yggdrasil og Kári Sverrisson, sum eru á ferð í Póllandi, Danmark, Týsklandi, Hollandi, Eysturríki og Sveits.