Tað er onki at dylja yvir, at 2005 var eitt framúr ár hjá plátufelagnum Tutl. Í hesum døgum royna bæði Dimmalætting og Sosialurin at gera upp, hvørjar fløgur vóru bestar í árinum. Og tað tykist sum um tað er rættiliga breið semja um, at fløgurnar Viva la Repulica, Koma, A Place to stand on, Dámliga gøtan og Morning Dew eru millum tær bestu. Felags fyri hesar fløgur er, at tað er Tutl sum stendur fyri útgávuni.