Tutl tutlað í 35 ár

Plátufelagið Tutl hátíðarheldur stovningarár sítt, 1977, við tónleikaligum tiltøkum alt tað, ið eftir er av 2012. Tað mest áhugaverda tiltakið er ivaleyst fagnaðarkonsertin hjá Brandi Øssursson Kvintett, Kræklingum og spælimansbólkinum Kvonn í Havnar Klubba mikukvøldið 16. mai, kvøldið fyri Kristi himmalferðardag.

 

Brandur Øssursson, saxofonveteranurin, hevur savnað eina avbera góða kvintett við sær sjálvum og saxofonini, guitaristinum Leivi Thomsen, pianistinum Kristiani Blak, bassistinum Mikael Blak og trummusláaranum Rógva á Rógvu. Tann líka so legendariski jazz-rockbólkurin, Kræklingar, er saman aftur hetta kvøldið, tann 16. mai, við Ólavi Øster, guitar, Kristiani Blak, klaver, Kolbein Simonsen, bass og Jan Jacobsen, trummur. Allir fýra mannaðu Kræklingar fyri 35 árum síðani.

 

-Vit halda fram at draga veteranar fram aftur í sambandi við fagnaðarkonsertina, tí spælimansbólkurin Kvonn er eisini mannaður við trimum, sum gingu undan í 1977: Sharon Weiss, blokkfloytu, Ívar Bærentsen, mandolin og guitar og Kristian Blak, klaver og nú tey bæði, Angelika Nielsen, violin og Mikael Blak, bass, greiða fyrireikarar frá í dag.

 

Umframt hesi er guitaristurin og komponisturin, Heðin Ziska Davidsen við.

-Eitt mikrosamfelag sum Føroyar átti í roynd og veru at umboða fáar tónlistarligar stílar, men so er ikki, og tað er áhugavert, tí at tónaskøld og tónleikarar í Føroyar hava aktað og fylgt sínum egna vilja, skrivað og innspælt tann tónleikin, sum tey kunnu svara fyri, sigur Tutl í tíðindaskrivi.

Tutl hevur sum felag eisini fingið tað at bera til at geva út eksperimenterandi tónleik samstundis við víðan, fólksligan tónleik.

Til samans hevur Tutl framleitt meira enn 400 fløgur. Í 1977 komu fýra LP-plátur (vinyl) út á egnum forlagi sum so: Spælimenninir í Hoydølum, Kræklingar við Holger Laumann, Jazz í Føroyum og Nu ska vi u å sejle. Felagið var navnleyst tvey tey næstu árini til 1979, tá ið barnið fekk navn: Tutl.

Tey fyrstu árini komu fýra-seks plátur út um árið. Í fjør, 2011, komu 40 fløgur út.

Í januar í ár varð partafelag stovnað, sum Plátufelagið Tutl eigur saman við íleggjarunum, sum eru Framtaksgrunnurin, TF íløgur og Royndin.

-Hetta stig varð tikið, tí at virksemið og potentialið víðkast, og Tutl vil fylgja við teirri positivu gongdini fyri føroyskan tónleik, bæði í altjóða høpi og heima, sigur Tutl í dag.