Tutl skrivað sáttmála við íslendskt felag

Sunnudagin settu Kristian Blak og Samúel Kristjánsson nøvn síni á ein sáttmála millum Tutl og Frost, ið snýr seg um útbreiðslu av útgávum hvør hjá øðrum

Íslendska felagið Frost og føroyska Tutl skrivaðu sunnudagin undir sáttmála í Norðurlandahúsinum. Sáttmálin snýr seg um útbreiðslu, distributión, av tónleikaútgávum hvør hjá øðrum.
Leiðarin fyri Frost, Samúel Kristjansson, hevur vitjað í Føroyum um vikuskiftið og sunnudagin settu Samúel Kristjansson og Kristjan Blak nøvn síni á sáttmálan vegna feløgini bæði.
Kristian Blak frá Tutl sigur, at Tutl sær hetta sum eitt stórt framstig og felagið vónar við hesum at koma uppaftur á tey sølutøl, sum felagið hevði í Íslandi í 2002  2003. Samstundis roknar Tutl við at distribuera heilt fitt av fløgum hjá Frost í Føroyum.
Frost er nýggja navnið á felagnum 2112. Felagið víðkar og kemur við nýggjari heimasíðu í næstum. Enn er heimasíðan tó www.2112.is og leinkja til hesa síðuna er eisini á www.tutl.com.