Hann hevur millum annað spælt á G!Festivalinum og Summarfestivalinum. Og í Danmark hevur hann millum annað spælt á Spot Festival, hita upp fyri Eivør Pálsdóttir á hennara konsertferð kring Danmark í heyst og nú til síðst hita upp fyri heimskenda ”Badly Drawn Boy” í Vega. Harafturat er seinna fløga Høgna, Morning Dew, júst útgivin í Danmark. Morning Dew hevur fingið nógv rós síðani hon sá dagsljós fyri einum ári síðani og varð m.a. kosin til ársins fløgu á tónleikahátiðini Planet Awards
Í Danmark hevur Morning Dew fingið nýggjan húsað í samband við útgávuna. Tónleikurin er tó hin sami. Nýggji húsin førir við sær, at Høgni Lisberg kann bjóða føroyska fløgukeyparinum Morning Dew til spottprís – enntá við tí upprunaliga fløguhúsanum. Nakað serføroyskt til serligan føroyskan prís.
Men upprunahúsin er bert eitt síðuargument fyri hví ein skal ogna sær Morning Dew. Tónleikurin er nevniliga nóg góður til at hann selir seg sjálvan.
Hóast stóru frammgongdina í 2006 hvílir Høgni ikki á laurberunum. Frá februar 2007 fyrireikar Høgni eina konsertferð kring Føroyar, Ísland og Danmark.