Í Sveis eru fólk veruliga við at fáa eygu og oyru upp fyri føroyskum tónleiki og framstigini eru løtt at síggja í arbeiðinum at føra føroyskan tónleik fram har. Men alt byrjaði av tilvild.
Ein ferðamaður úr Sveis, Felix vandenBerg, gjørdist á eini ferð í føroyum í januar í ár so hugtikin av føroyskum tónleiki, at hann gjørdi av at gera meira við hetta.
Við sær heim hevði hann føroyskar fløgur og setti seg í samband við vinmannin Roger Ray, sum hevur fløguhandilin Tonart. Saman hava hesir nú roynt at føra føroyskan tónleik fram í Sveis og fyribils er úrslitið, at samstarv er við Tutl og at Høgni Lisberg og seinni Ygdrasil skulu til Sveis at spæla.
Tónleikur og fótbóltur
Fyrst í september fer Høgni Lisberg at spæla í Sveis. Tann 4. september spæla føroyingar eisini fótbólt har, so nógv verður gjørt burtur úr tann dagin. Høgni við bólki skal spæla 2., 3 og 4. september og einsamallur 5. og 9. september og verður tað í St. Gallen, Basel og aðrastaðni. Í november fer bólkurin Ygdrasil til Sveis at spæla.
Blaðmaður á vitjan
Teir báðir mennirnir í Sveis eru eldhugaðir og hava fingið onnur við sær. Sveisiskt sjónvarp hevur víst tiltøkunum áhuga og somuleiðis útvarp. Og í næstum kemur ein blaðmaður úr sveis til Føroya at kunna seg um Føroyar, mentan og tónleik. Eisini er ein útvarpsrás, sum ætlar at leggja seg meira eftir at senda norðurlendskan tónleik.
- Fyri fyrst hava teir lagt seg eftir at nýta mína fløgu og nakrar aðrar fyri at føra føroyskan tónleik fram, sigur ein vælnøgdur Høgni Lisberg, sum fegnast um stóru framstigini í hesum samstarvinum, sum jú ikki er ársgamalt enn.
- Eins og hjá okkum, so er í stóran mun talan um idealistiskt arbeiði, tí stóri peningurin er ikki tøkur, men fleiri ummæli og greinar eru skrivað í tíðarrit og bløð, so hetta breiðir seg, sigur Høgni.
Støðug brúgv
Høgn Lisberg er eisini spentur uppá, hvat hetta kann føra til.
- Tað hevði verið stuttligt, um hetta gjørdist ein støðug brúgv, sum kann virka báðar vegir. Hetta byrjar at líkjast tí, sum hendi í Íslandi, har føroysk bylgja tók seg upp. Fólk eru sera áhugað og hetta er jú í miðum Europa, sigur Høgni Lisberg, sum um ein mánað spælir sín tónleik fyri áhoyrarum í Sveis.