Tutl - nú í Miðbýnum

Fløguhandilin á Káta Horninum verður framyvir ein Tutl-depil, sum verður miðdepil fyri alt virksemið hjá útgávufelagnum. Og felagið fer bara at savna seg um føroyskar útgávur. Fløguhandilin á Káta Horninum verður framyvir eisini karmur um ein serligan Tutl-depil, sum bæði skal selja føroyskar fløgur og vera tónleikarumhvørvi har tónleikur, listarfólk og útgávuvirksemið fer upp í eina høgri eind, mennist og realiserast.

Tutl fer nú undir at umvæla og betra hølini á Káta Horninum, í hjartanum

í Havnini. Eisini fer útgávufelagið at skipa fyri enn fleiri live tónleikaframførslum, eitt nú í sambandi við tónleikaútgávur, tiltøk og annað, eisini við tí fyri eyga, at fáa meira lív í miðbýðin.

Tutl selir bæði egnar útgávur og aðrar føroyskar útgávur, og framyvir fer øll orkan til at selja føroyskar útgávur. Tí verður alt útlendskt tilfar selt út í hesum døgum, fyri ein lítlan penga. Hetta fram til 1. Mars.