Tutl gevur danska trubadur fløgu út

Plátufelagið Tutl gevur í næstum út fløguna Ind Under Frakken hjá Bornholmaranum Mikkel Thomas. Tónleikurin er sera danskur, men hevur fleiri føroysk fingramerki.


Mikkel Thomas býr nú á Bornholm og bróðurparturin av tónleikarunum eru garvaðir bornholmskir tónleikarar. Men gittarleikarin er vestmenninginum Janus Kampmann, eisini spælir Stamen Stanchev ljómborð. Í Føroyum hava hesir tríggir fleiri ferðir spælt undir navninum Natlys, ein bólkur sum eisini hevur havt føroyska Rógva Borðoy sum bassleikara.
Mikkel Thomas sjálvur hevur áður búð í Føroyum, har hann í hálvt annað ár arbeiddi sum bátabyggjari í Miðvági.
Fríggjakvøldið spældu Janus, Mikkel og bornholmsku tónleikararnir í TV2 Bornholm.
Fyrsta fløgan hjá Mikkel Thomas er ein trubadur fløga, sungin á donskum. Tey bæði løgini, ið bólkurin framførdi í TV2 Bornholm kunnu ivaleyst bólkast sum danskur poppur við grund í blúskendum popprokki.
Tittullagið Ind Under Frakken kundi, uttan at nakar hevði mótmælt, verið á Still Got The Blues fløguni hjá Gary Moore.
Fløgan verður alment givin út 12. oktober, men longu í gjár var útgávukonsert í Rønne á Bornholm kl. 15 í Rasch Pakhus. Á hesi konsertini bar til at ogna sær fløguna.
Hygg at klippinum á TV2 Bornholm her:
www.tv2bornholm.dk/moduler/nyheder/showregvideo.asp?dato=29-09-2006&cID=1&vId=310297