Túsund krónur fyri landsdystin

Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Grikkaland verða seld fyri okursprís á netinum

Atgongumerkini til landsdystin millum Føroyar og Grikkaland vóru útseld longu 1. juni, men um tú ikki fekk eitt atgongumerki, hevur tú tó enn møguleikan at ogna tær eitt atgongumerki. Tað vil siga, um tú ynskir tað sterkt nokk, ella við øðrum orðum, vil rinda nokk fyri tey.

 

Nakað av kjaki tók seg upp, um at B36 seldi atgongumerkini til landsdystin sum part av einum pakka, fyri 250 krónur. 

 

Nú vera atgongumerki seld á netinum, og í summum førum eru boð givin áljóðandi bæði 900 krónur og 1500 krónur fyri bæði atgongumerkini.

 

Onkur hevur nevnt, at hetta er ólógligt, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini er málið ikki so greitt.

- At selja eitt atgongumerki á netinum er ikki ólógligt, og so er tað eftirspurningurin sum avgerð, hvønn prís tú fært fyri atgongumerki. Tað er ikki fyrr enn talan er um stórar nøgdir av atgongumerkjum, at talan verður um svartabørshandil, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Hann vísir á, at til øll tiltøk vera atgongumerki seld á netinum ella millum privatpersónar, tí tað altíð er onkur, sum av onkrum ávum ikki kann fara til dyst ella á konsert

 

- Tað er ætlanin hjá tær, tá tú keypti atgongumerkini, sum verður avgerandi fyri, um talan er um svartabørshandil ella ikki. Um tú keypti tey, fyri at selja tey víðari fyri okursprís, so gert tú nakað ólógligt. Um tú selir atgongumerkini, tí tú ikki kann fara ella hevur fingið eitt annað atgongumerki, er støðan ein heilt onnur, sigur vakthavandi.

 

- Tó so, tað kann vera at TAKS sigur at tú skalt skattast av meirinntøkuni, sigur vakthavandi við einum smíli at enda.