Eystanstevna og ítróttarøkið við Løkin var karmur um tiltakið Runutusk, ein fimm kilometur long forðarenning.
Fyriskipararnir siga, at tiltakið var serstakliga væl eydnað og hesar upptøkurnar, sum Simon Nordendal hevur gjørt og lagt út á Vimeo-kontu sína DroneDirector, vísa eisini, at væl hevur ligið fyri hjá bæði luttakarum og fyriskiparum.
Trý videbrot eru løgd út. Umframt tað, sum sæst í hesini greinini, sum er av ítróttarfólkum, sum kappaðust tríðja dagin, so er ein upptøka av tiltakinum fyri fyritøkur og ein av tiltakinum fyri einstaklingar.