Túrur til Dúvugarðar mikudagin

Mikudagin 20. mai skipar Hvalvíkar bókasavn fyri túri niðan til Dúvugarðar í Saksun.

Mikudagin 20. mai skipar Hvalvíkar bókasavn fyri túri niðan til Dúvugarðar í Saksun.

 

- Tey, ið ætla sær við, møta við bókasavnið í Hvalvík klokkan 18.30, har koyring niðan til Saksunar verður samskipað.

 

Hvalvíkar bókasavn veit at siga, at í Dúvugørðum verður frásøga og framvísing, og aftan á verður drekkamunnur.

 

Lagt verður aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin á túrin niðan til Dúvugarðar í Saksun mikukvøldið.