Turt um vikuskiftið

Í komandi viku verður tó meiri regn og vindur.

Eitt veikt brúgvalag liggur tætt at Føroyum komandi døgnini og gevur róligt veður, men í næstu viku troðka fleiri brúgvaløg við regn og vindi seg inn yvir Føroyar av vestri.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og kanska sól í støðum. Um náttina gul til andøvsgul av útsynningi og suðri, upp í 8 metrar um sekundið. Turt og stundum klárt. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og kanska sól í støðum. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Týsdagin veður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Sòl fyrrapartin, sum sum seinnaparturin líður kemur regn úr vestri. Um náttina upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri og seinni útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, um náttina makar hann tó niður í gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið. Ælaveður, men sólglottar. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein sunnan. Skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 5 og 8 stig.