Petur Skeel Jacobsen væntar minni vind, terra og sólglottar leygardagin og sunnudagin.
Hósdagin verður hvassur vindur upp í skrið av útnyrðingi og ælingur, partvís kavi. Hitin millum eitt og fýra stig.
Fríggjadagin verðuur eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum tvey og fimm stig.
Sunnudagin verður eitt lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Mánadagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av eystri og møguliga regn. Hitin millum tvey og seks stig.