Turt um vikuskiftið

DMI væntar ikki tað heilt nógva avfalli í dag ella í morgin.

Um vikuskifti veksir eitt hátrýst yvir Skandinávia og norðhavinum, meðan eitt brúgvalag spakuliga nærkast Føroyum úr vestri, meðan tað viknar. Sunnudagin liggur brúgvalagið væntandi nær Føroyum, men flytir seg síðani í ein útnyrðing.

 

Veðurvánirnar leygardagin

Frískur vindur upp í hvassa vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum hvassur vindur, 18 metrar um sekundið. Skýggjað og turt, men í kvøld koma løtur við regni ella sirmi. Hitin millum fýra og átta stig.

 

Veðurvánirnar sunnudagin

Strúkur í vindi frá suðri og landsynningi , umleið 13 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og kanska regn, síðani turt og íriv. Hitin millum fimm og átta stig.