Heystinum líkt, so verður skiftandi veður komandi dagarnar, sambært Peturi Skeel, veðurfrøðingi á Miðlahúsinum.
Fríggjadagin og leygardagin verður ælingur, men eisini sólglottar. Hitin verður millum 8 og 13 stig, og tað verður lot til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði.
Sunnudagin verður tó yvirhøvur turt og sólglottar, fleyr til gul av norði og útnyrðingi og hitin millum 11 og 14 stig.
Mánadagin og týsdagin verður tað lot av ymsum ættum, týsdagin frískar hann vindin av suðri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 9 og 13 stig.