Eitt lágtrýst fer framvið okkum beint sunnan fyri Føroyar og fer víðari í ein eystan. Fríggjadagin og leygardagin verður veðrið støðugari. Sunnudagin mennist eitt nýtt lágtrýstsøki sunnan fyri Føroyar, men fer síðani móti Skandinavisku hálvoynni. Tað gevur sum frá líður óstøðugari og kaldari veður í Føroyum.
Fríggjamorgunin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 7 til 13 m/s, sum út á kvøldið makar niður gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s. Fyrrapartin skýggjað og regn, serliga eystan fyri, men út á dagin klárar nakað í vestan fyri og onkrir sólglottar vera. Leygarnáttina makar hann vindin í lot til gul, undir 5 m/s. Tað verður turt og lutvíst klárt veður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 13 stig.
Leygardagin verður fleyr til gul av norðri ella ymsum ættum, undir 5 m/s, sum dagurin líður snarar hann og øtlar vindin í lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin millum 10 og 14 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 6 til 10 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað, men framvegis turt og hitin um 8 stig.
Sunnudagin verður lot til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur trut, men út á náttina møguliga regn sunnanfyri. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 13 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul fyri tað mesta av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sólglottar og fyri tað mesta turt. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein landsynning. Sólglottar og út á dagin meiri skýggjað og um kvøldið og náttina regn ella ælaveður. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 8 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og útsynningi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn ella ælaveður í løtum. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 13 stig.