Eitt sterkt hátrýst yvir Skandinavia fer í ein landsynning og heldur brúgvaløgunum burtur frá Føroyum, men frá mikudegnum fara tey at nærkast aftur av útsynningi.
Í dag
Gul til stívt ndøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, og samdrigið. Hitin millum 2 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Turt og sum frá líður møguliga sólglottar. Um náttina makar hann vindin aftur, samstundis sum hann dregur samanum. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Hann fer vesturum og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.