Sambært donsku veðurstøðini, DMI, verður turt á fyrsta degnum hjá Summarfestivalinum, og kunnu áhoyrarar sleppa undan regnskjólum til Cliff Richard konsertina.
Tað verður lot til andøvsgul av norðri, í kvøld av norðri og útnyrðingi. Eitt sindur skýggja men turt fyri tað mesta, og hitin um 10 og 13 stig.
Í morgin verður møguliga sól, ikki nógvur vindur og hitin um 8-13 stig. Leygardagin veksur hann um vindin, og í støðum upp í hvassan vind.
Ikki fyrr enn sunnudagin lovar danska veðurstøðin regn, so allar fortreytir fyri góðum veðri á Summarfestivalinum eru til staðar.