Petur Skeel Jacobsen, veðufrøðingur, væntar gott veður um vikuskiftið. Tað verður yvirhøvur turt og sólglottar og hitin upp í 10 stig alt vikuskiftið.
Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum fimm og átta stig.
Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Mánadagin og týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og tíggju stig.










