Turt restina av vikuskiftinum

Góða og turra veðrið heldur sambært forsøgnunum hjá DMI fram í nakrar dagar aftrat.

Í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðing og norði, 8 til 13 metrar um sekundið, seinnapartin snarar hann í ein útnyrðing. Hvassur vindur í støðum, 15 metrar um sekundið. Skíggjað og turt. Hitin alt døgnið millum 8 og 11 stig.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðing, 8 til 13 metrar um sekundið. Um dagin makar í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 4 til 8 metrar um sekundið. Seinni á degnum turt og møguleiki fyri sól. Hitin um 10 stig. Um náttina skíggjað og í støðum eitt sindur av regni. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mánadagur:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri, 2 til 6 metrar um sekundið. Um náttina eitt lot til andøvsgul av útsynningi, undir 5 metrar um sekundið. Skíggjað og nakað av regni ella æl í løtum. Hitin um dagin millum 10 og 12. Hitin um náttina millum 6 og 10 stig.