Turt og sólglottar seinnapartin

Seinnapartin væntar Petur Skeel Jacobsen sólglottar og yvirhøvur turt.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen siga frá veðrinum

 

Petur Skeel Jacobsen lovar minni vind, turt og enntá sólglottar seinnapartin í dag. 

 

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum sigur andøvsgul upp í ein strúk, ella 8-13 metrar um sekundi, av útsynningi seinnapartin í dag, og hitin kemur at liggja um tvey og fimm stig.

 

Tó boðar Landsverk frá hørðum hvirlum móti 29 metrum um sekundi og ringum koyrilíkindum um Gjáarskarð, við Heltnina á Oyndfjarðarvegnum og við Ørðaskarð á Fámjinsvegnum.

 

Atlantsflog varð eisini rakt av keðiligum veðurlíkindum í gjárkvøldið, og í dag eru framvegis broytingar í ferðaætlanini, so heitt verður á ferðafólk um at leita sær kunning á heimasíðuni hjá teimum.

 

Tað fer framvegis at vera kølið restina av vikuni, og sambært Peturi Skeel Jacobsen, kemur hitalagið at liggja um tvey og seks stig. Í morgin sigur hann frá meira vindi, og tað verður hvassur vindur upp í skrið, ella millum 15-20 metrar um sekundi, av suðri.