Petur Skeel Jaocbsen, veðurmaður hjá Miðlahúsinum, boðar frá umskiftandi veðri í morgin. Fyrrapartin andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og regn.
Seinnapartin verður minni vindur av útsynningi, ælingur og eisini sólglottar. Hitin verður millum 11 og 14 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul. Seinnapartin minni vindur og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin leygardagin verður millum 11 og 14 stig.
Hoyrið veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen við at trýsta á knøttin undir myndini.










